Jenis og Bill fáa ongan í part við sær

Ongin tekur undir við einum uppskoti, teir hava lagt fyri Løgtingið

Tað skal framvegis verða soleiðis í Føroyum, at tað skal ikki bera til at sita bæði í Løgtingi og í Landsstýri, ísenn.

 

Annars høvdu teir báðir tinglimirnir í Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, lagt uppskot fyri Løgtingið um at tinglimir, sum vórðu valdir í landsstýrið, skuldu ikki tvingast at siga løgtingssessin frá sær, soleiðis sum skipanin er nú.

 

Tað merkir, at taka ávís mál seg upp, sum eitt landsstýrisfólk hava stóran áhuga í, kunnu tey taka sæti á tingi, og atkvøða um málið.

 

Teir báðir vísa á, at vanliga eru tað tey fremstu valevnini, sum fáa flest atkvøður hjá einum flokki, sum verða sett í landsstýrið.

 

- Harvið siga tey, sum best eru umtókt av fólkinum, fólkavalda sessin frá sær og lata hann í hendurnar á øðrum valevni við munandi færri atkvøðum, siga teir báðir í Miðflokkinum.

 

Teir halda, at hetta skeiklar valdsbýtið ov nógv. Teir hava eisini víst á, at tað kemur meiri enn so fyri, at tey, sum taka sæti á tingi fyri landsstýrisfólk, hava heilt aðra áskoðan á viðkvom mál, enn tað fólkavalda landsstýrisfólki hevði havt.

 

Men tað er greitt, at hetta fer Løgtingið ikki at samtykkja. Rættarnevndin hjá Løgtinginum, sum hevur viðgjørd málið, er nevniliga fullsamd um at mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Tey vísa á, at valdsbýtið verður best varðveitt, tá ið landsstýrisfólk eru landsstýrisfólk og løgtingslimir eru løgtingslimir.

 

At samfelag okkara er lítið, ger tað ikki minni týdningarmikið, at skilnaðurin er greiður, og  onnur lond hava eisini betri eftirlitsmyndugleikar enn vit hava í Føroyum, halda tey í Rættarnevndini.

 

Tey vísa eisini á, at í grannalondum eru lóggevandi tingini størri. Í Danska Fólkatinginum eru 179 limir og 18 ráðharrar. Sostatt eru ráðharrarnir 10 prosent av Fólkatinginum. Í Føroyum eru 33 løgtingsfólk og átta landsstýrisfólk, og sostatt er landsstýrið 25 prosent av løgtinginum.

 

Rættarnevndin heldur eisini, at skal stýrisskipanin broytast, skal tað fyrireikast væl og virðiliga.

 

So heldur enn at taka eina einstaka grein burturúr og broyta hana, skuldi Stýrisskipan Føroya í síni heild verðið eftirmett, og tá kundi spurningurin um løgtings- og landsstýrissessir verið tikið við í viðgerðini, halda tey í Rættarnevndini.