Jenis skal á fund við høgru hond hjá Biden

Føroyski landsstýrismaðurin er boðin við á fund við amerikanska uttanríkisráðharran Antony Blinken í næstu viku - Arktis verður allarhelst ovarlaga á dagsskránni

Sunnudagin fer nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken til Keypmannahavnar. Har skal hann sum kunnugt á fund við danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod.

 

Men sum vit í Miðlahúsinum skilja, verður føroyski uttanríkisráðharrin, Jenis av Rana, eisini við á fundinum. Jenis av Rana váttar fyri okkum, at hann skal vera við.

 

– Eg eri bjóðaður við, ja. Men tíðspunktið er ivasamt, tí eg havi enn ikki fingið at vita frá danska uttanríkisráðnum, hvønn dag tað verður. Eg havi so flogbillett til sunnudagin og eri klárur, sigur Jenis av Rana.

 

Sambært keldum hjá Berlingske verður fundurin mánadagin 17. mai, og allur dagurin er lagdur av til fundin.

 

Og í øllum førum verður tað áðrenn hósdagin 19. mai, tí tá skal amerikanski Antony Blinken til Íslands, har fundur verður hjá Arktiska Ráðnum. Les meira um tað HER.

 

Tað er ikki greitt, um uttanríkisráðharrin eisini fer til Grønlands, men sambært keldum hjá Berlingske, so er tað væl møguligt - og USA hevur jú enn sera stóran strategiskan áhuga í Grønlandi, so tað gevur meining. Um so er, at hann fer til Grønlands, so skal hann helst hitta grønlendska uttanríkismálaráðharran, Pele Broberg, saman við danska Jeppe Kofod.

 

Í fjør var eisini fundur millum teir tríggjar uttanríkismálaráðharrarnar í ríkinum og fyrrverandi amerikanska Mike Pompeo - og sambært Berlingske verða tað nøkunlunda tey somu evnini, sum skulu fundast um - Arktis og Grønland, sum amerikanarar seinastu árini hava víst stóran áhuga fyri.

 

Hvat føroyski landsstýrismaðurin skal tosa við Blinken um, vita vit ikki heilt konkret. Men vit vita í øllum førum, at radarin er háaktuellur, og so eru amerikanarar eisini í ferð við at velja sær havnir út í Føroyum, sum teir kunnu brúka til síni skip. Um tað og onnur trygdarpolitisk viðurskifti verða partur av fundinum, fáa vit helst at vita seinni.

 

##med2##