Jenis um Blinken-fundin: Tað var ein friðarligur og virðiligur fundur

Føroyski uttanríkisráðharrin Jenis av Rana er væl nøgdur við dagin í dag, nú hann hevur verið á fundi við amerikanska uttanríkisráðharranum Antony Blinken

– Tað var ein góður, friðarligur og virðiligur fundur, sigur Jenis av Rana við FM1.

 

Hann fortelur, hvat teir snakkaðu um:

 

– Vit fara at halda fram við tí samstarvinum, sum vit hava bygt upp síðstu mánaðirnar, og tað er eingin ætlan at gera broytingar í tí. Tað gleddi meg, tí tað er eitt arbeiði, sum er komið væl frá byrjan. Tað er gott, sigur hann og sipar til samstarvið, sum byrjaði aftaná fundin við táverandi amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo í fjør, tá samstarvið landanna millum bleiv lyft upp á eitt hægri politiskt støði.

 

– Tað, sum manglaði, var, at vit høvdu ongan í Washington, sum hevði ábyrgd fyri Føroyum og sum kundi kontaktast. Men nú er vent í holuni, tí nú hava deildir í Washington fingið ábyrgd fyri viðurskiftum við Føroyum. Tey eru aktiv, og tað er gott samstarv millum okkum, sigur landsstýrismaðurin.

 

Arktis 

 

Uttanríkisráðharrarnir báðir tosaðu serliga um Arktis, sum jú er eitt stórt fokusøkið hjá USA - og tað er eisini høvuðsorsøkin til, at Blinken yvirhøvur er komin hendan vegin. Í prátinum um Arktis tosaðu teir millum annað um, at amerikansk skip skulu kunna brúka føroyskar havnir, tá tey hava tørv á tí. Fyri tveimum vikum síðani var ein amerikansk sendinevnd í Føroyum og kannaði havnir, sum kunnu taka ímóti stórum skipum frá amerikanska flotanum. Um vikuskiftið kom krígsskipið USS Ross so til Runavíkar til millum annað at bunkra. Og vit kunnu vænta fleiri av hesum slag í føroyskum havnum í framtíðini.

 

– Vit hava í Føroyum ynskt at vera ein maritimur depil, har skip kunnu koma, nú tá ferðslan í Arktis økist. Tað er heilt natúrligt hjá teimum koma hendan vegin í staðin fyri Bretlands ella aðrastaðni, sigur Jenis av Rana.

 

Tað eru fleiri ivamál um hetta amerikanska ynskið at brúka føroyskar havnir, tí talan er jú um krígsskip, sum hava vápn og annað umboð. Og summi óttast fyri, hvat hetta veruliga inniber. Men Jenis av Rana vissar fyri, at hetta ikki verður nakar trupulleiki.

 

– Tað eru vit, sum stýra tí. Nógv fólk ivast, tí tey óttast fyri hernaði. Men føroyingar skulu stýra tí. Vit avmarka, hvussu nógv skip skulu koma. Hatta er ein upplagdur vinnumøguleiki hjá føroyingum. So leingi vit stýra tí, so er eingin trupulleiki, sigur hann við FM1.

 

Hoyr samrøðuna, sum FM1 gjørdi við landsstýrismannin, við at trýsta á pílin undir myndini.