Jenis verður ákærdur

Karen Marie Olesen, fúti, hevur júst boðað frá, at ætlanir eru um at reisa ákæru móti Jenisi av Rana, løgtingslimi

Karen Marie Olesen, fúti, boðaði í dag í  tíðindaskrivifrá, Ríkisákærin tann 23. februar 2008 hevur biðið løgtingið samtykkja, at órinið verður tikið frá Jenisi av Rana, so ákæra kann verða reist móti honum


Í tíðindaskrivinum frá fútanum verður sagt, at ákæra verður reist móti Jenis av Rana, tí hann í almenna starvi sínum sum kommunulækni skal hava forsømt at boða frá til barnaverndartænastuna um viðurskifti, sum hann hevur skyldu til at boða frá.

Víst verður til § 156 í revsulógini, jf. grein 14, stk, 1 og stk. 2 í barnaverndarlógini. Fútin fer at krevja Jenis av Rana at rinda eina bót.