Í eini samrøðu við pr.com verður Jenna Jameson spurd um hennara politiska lit. Hon greiður frá, at hon er liberal, og ikki vil lýsa seg sum beinleiðis demokrat, men at tað mest týdnigarmikla er, at fáa George Bush settan frá. Hon sigur, at hon fegin hevði sætt, at Al Gore var forseti, ella at Bill Clinton enn sat við róðrið. Tí republikanski flokkurin brúkar ov nógva orku til kríggj, og at tey alt ov ofta leggja eftir pornoídnaðinum fyri at gera vart við seg. Hetta heldur hon vera syrgiligt.
- Tí alt ov nógv álvarslig ting henda í heminum, til at brúka orku uppá tílíkt, sigur hon.
Men atspurd hvønn av teimum trimum best umtóktu í stríðnum um at gerast valevni hjá demokratunum, Barack Obama, Hillary Clinton ella John Edwards, hon stuðlar, sigur Jenna:
- Eg elski Hillary. Eg haldi, at hon er rættiliga konservativ fyri at vera demokratur, men eg hevði elskað at sæð eina kvinnu í forsetaembætinum. Eg haldi, at tað hevði verið eitt stig rætta vegin fyri okkara land. So hevði minnið fokus verið á kríggj og meira fokus á at gera samfelagið betur.