Jens av Reyni 60 ár

Sunnudagin 4. januar 2004 fylti Jens av Reyni hýruvognsførari í Havn 60 ár.

Jens er havnarmaður, sonur Laurentzu og Jens Paula av Reyni.
Hann er útbúgvin húsasmiður og hevur arbeitt í byggivinnuni og hjá pápanum á Fiskacentralinum á Vestaru Bryggju í Havn.
Hann koyrdi hýruvogn eitt skifti í 70-unum, og síðan 1986 hevur hann koyrt fast við egnum hýruvogni á bilstøðini Auto.
Jens er giftur við Linu, f. Frawley, úr Fuglafirði.
Umframt vanligu hýruvognskoyringina hevur Jens eisini aðrar uppgávur. Hann hevur t.d. í nógv ár havt gott samstarv við Sosialin, og er hann altíð góður at heita á, tá okkurt er, sum skal koyrast út frá húsinum ella heintast. Hann er stillførur og álítandi.
Starvsfólk og leiðsla á Sosialinum ynskja honum tillukku við føðingardegnum og alt tað besta í framtíðini.