Jens av Reyni 65 ár

Sunnudagin 4. januar 2009 fylti Jens av Reyni hýruvognsførari í Havn 60 ár.

Jens er havnarmaður, sonur Laurentzu og Jens Paula av Reyni.


Hann er útbúgvin húsasmiður og hevur arbeitt í byggivinnuni og hjá pápanum á Fiskacentralinum á Vestaru Bryggju í Havn. Hann koyrdi hýruvogn eitt skifti í 70-unum, og síðan 1986 hevur hann koyrt fast við egnum hýruvogni á bilstøðini Auto. Jens er giftur við Linu, f. Frawley, úr Fuglafirði.


Umframt vanligu hýruvognskoyringina hevur Jens eisini aðrar uppgávur. Hann hevur t.d. í nógv ár havt gott samstarv við Sosialin, og er hann altíð góður at heita á, tá okkurt er, sum skal koyrast út frá húsinum ella heintast, umframt aðrar uppgávur í húsinum. Hann er stillførur og álítandi.


Starvsfólk og leiðsla á Sosialinum ynskja honum tillukku við føðingardegnum og alt tað besta í framtíðini.