07 Vestur hevur boðað frá, at Jens Erik Rasmussen hevur valt at royna nýggjar leiðir. Hann hevur síðani 2017 verið fulltíðar ungdómsvenjari hjá felagnum. Sum In.fo skilir, so verður hann nýggjur ungdómsvenjari í HB.
- Eftir at hava verið venjari hjá U16 og U18, umframt hjálparvenjari hjá 1.deild í nøkur ár, varð Jens Erik settur sum fulltíðar ungdómsvenjari í 2017, og hevur verið í starvinum fram til nú. Hann hevur hesi árini verið venjari hjá alt frá U7 til U15, og so hevur hann staðið á odda fyri mongu morgunvenjingunum og futsalvenjingunum seinastu árini, skrivar 07 Vestur.
- Jens Erik hevur hesi árini sum venjari sett sín týðiliga dám á menningina av okkaru yngru leikarum, og væntandi fær felagið gagn av hesum nógv ár framyvir. Jens Erik hevur valt at royna nýggja leiðir og gevst tí sum venjari í 07 Vestur. 07 Vestur vil hervið takka Jens Erik fyri tíðina sum venjari í 07 Vestur og ynskja honum blíð byrð í einum komandi starvi, leggur 07 Vestur afturat.
Sum skilst, so verður hann at síggja í HB komandi árini. Jens Erik Rasmussen hevur fyrr spælt við HB. Drúgvasta tíðarskeiðið var frá 1997 til 1999.