Jens Erik Magnussen 50 ár

   

Mikudagin 26. februar varð Jens Erik Magnussen í Miðvagi 50 ár. Jens Erik er føddur og uppvaksin í Miðvági. Hann útbúgvin bankamaður og lærdi í Sjóvinnubankanum, har hann arbeiddi til frá 1971-89. Í 1989 fekk hann starv í Landsbanka Føroya, har hann er undirstjóri. Hann hevur verið limur í Fótbóltssambandi Føroya síðan 1978 og formaður í Landsliðsnevndini, síðan hon varð stovnað síðst í 80-unum. Jens Erik er giftur við Daniu, f. Joensen, úr Miðvági. Tey búgva í Miðvági og eiga børnini Miriam og Jonhard.