Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Jens Stoltenberg hevur síðani hóskvøldið arbeitt við at fyrireika sína fyrstu stjórn.
Hann fekk møguleikan at taka við sum forsætisráðharri í Noregi, tá Kjell Magne Bondevik ikki vildi góðtaka tað, sum meirlutin kravdi - at Noreg skal loyva bygging av gassorkuverkum sum ikki eru CO2-frí.
Jens Stoltenberg hevur bert havt fáar vikur sum leiðari fyri tingbólkinum hjá Arbeiderpartiet. Thorbjørn Jagland lat upp í hendurnar hjá Jens at gerast formaður í tingbólkinum og samstundis fekk hann sum uppgávu at vera floksins boð uppá forsætisráðharra. Hetta hendi í februar, og nú skal Jens Stoltenberg um fáar dagar til Kong Harald, har hann skal vísa fram sína stjórn.
Púrt einki er komið út um, hvønn Stoltenberg vil hava við í stjórn sína. Men gitingarnar eru nógvar. Ein giting, sum neyvan er heilt av leið, er at floksformaðurin Thorbjørn Jagland gerst nýggjur uttanríkisráðharri. Hann er í dag formaður í uttanríkisnevndini í Stórtinginum og hevur eisini nevnt sjálvur, at uttanríkismálaráðið er í hansara huga.
Jens Stoltenberg hevur lovað at í minsta lagi 40 prosent av ráðharrunum skulu vera kvinnur. Einstøk bløð hava gitt, at Stoltenberg kanska eisini vil velja at hava ein meirluta av kvinnum í stjórnini. Ger hann tað, so er tað fyrstu ferð í søguni ,at slíkt hendir.
Stoltenberg hevur ikki sagt, nær stjórnin skal vera klár, men vónar, at hetta kann gerast í vikuni. Annars hevur hann ikki nakra freist. Kjell Magne Bondevik og stjórn hansara situr, til Jens Stoltenberg er klárur.
Nýggja stjórnin verður ein minniluta stjórn, har bert Arbeiderpartiet situr. Norska Arbeiderpartiet hevur ikki sitið í stjórn saman við øðrum flokkum áður, og sjálvt um tey í dag ikki eru líka avvísandi til samstarv, so hendir hetta ikki í hesum umfarinum. Møguleikin er størri aftan á Stórtingsvalið í september í 2001.