Jens Guttesen vann BankNordik Open

Tað gjørdist yngsti spælarin í felagnum, sum streyk avstað við sigrinum, tá Tórshavnar Golffelag í samstarvi við BankNordik skipaði fyri stórari golfkapping á breytini á Glyvursnesi leygardagin.

Tað gjørdist yngsti spælarin í felagnum, sum streyk avstað við sigrinum, tá Tórshavnar Golffelag í samstarvi við BankNordik skipaði fyri stórari golfkapping á breytini á Glyvursnesi leygardagin.

 

Ikki færri enn 32 golfspælarar vóru við á BankNordik Open, og hetta er størsta luttøka í eini golfkapping í Føroyum higartil.

 

Kappingin varð skipað sum slagspælkapping har handikappið síðan varð drigið frá samlaðu sløgunum.
Her gjørdist ungi Jens Guttesen vinnari við eini nettoskoru upp á 64. Næstir honum vóru Janus Norðberg við 68,4 netto og Jógvan Amonsson við 71,0 í nettoskoru. Teir fingu allir vinningar, sum BankNordik hevði latið. Allir luttakararnir í kappingini fingu eisini eina eskju av golfbóltum frá BankNordik.

 

Fleiri aðrir vinningar vórðu eisini latnir henda dagin. Janus Norðberg fekk vinning fyri at vera tann spælarin av øllum, sum brúkti fægst sløg á teimum 18 holunum, nevniliga 84 sløg.
Besta spælandi liðið var mannað av Jens Christian Guttesen, Ragnar Isaksen, Símun Mittún og Jógvan Amonsson.

 

Kappast var eisini hvør lendi tættast flagginum á teimum báðum par-3 holunum á Glyvursnesi. Vinnarar gjørdust Mogens Brix og Róaldur Jákupsson.

 

At enda var eisini ein puttikapping hildin eftir sjálva kappingina. Hesa vann Ragnar Isaksen.