Í kvøld vann SÍb úr næstbestu deildini seg víðari til hálvfinalurnar úr bólki 1. Í bólki 2 er sannlíkt, at SÍb endar á øðrum plássi, og verður ein rein SÍ-uppgerð á skránni í hálvfinalunum.
Roynda SÍb liðið vann í kvøld 3-2 á Fleyr a í Gundadalshøllini. Settmunurin var 17-25, 25-18, 25-18, 14-25 og 12-15.
Í annaðkvøld tekur Mjølnir ímóti TB, og vinnur Mjølnir bara 3-2 vinna teir seg í hálvfinalurnar, har ÍF verður mótstøðuliðið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jens Hera Bolstad Mortensen, libero hjá Fleyr aftaná hann og liðfelagarnir høvdu tapt 2-3 ímóti SÍb.
Jens Heri Bolstad Mortensen undirstrikar, at teir høvdu vónað og væntað at vunnið 3-0, ið hvussu er 3-1 fyri at hava møguleikan at vinna seg víðari, men tað gekk als ikki. Hann heldur tó, at teir vístu dygdir í øðrum og triðja setti, men í fjórðu settinum datt Fleyr burtur millum. Menn høvdu mist mótið í fimta settið, tí tá fjórða settið var tapt kundu teir í Fleyr a í mesta lagi fáa tvey stig, og koma uppá fimm stig í bólkinum. Tá Mjølnir so hevur TB heima í annaðkvøld kann Mjølnir koma uppá seks stig.