Jens-Kjeld lagt dímunarfólki lag á

Í Stóru Dímun eru tey nú før fyri at átaka sær at stappa seyðarhøvd út fyri fólk.

Fuglafrøðingurin, Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy, hevur fleiri ferðir vitjað í Stóru Dimun, og í oynni siga tey, at tey hava havt nógvar spennandi vitjanir av honum.

 

- Jens-Kjeld Jensen hevur oftast gongd í fleiri verkætlanum, og nakrar av teimum nerta eisini við hesa oyggj.

 

Úr Stóru Dímun siga tey, at tá Jens-Kjeld Jensen vitjaði har úti fyrr í heyst, greiddi hann frá, at hann var givin at stappa út seyðarhøvd.

 

- Hann beyð sær at leggja okkum lag á. Hetta hildu vit ljóða áhugavert, og vit hava við hansara hjálp og tógvið stríð endurskapað nøkur veðrahøvd, soleiðis at tey síggja livandi út.

Tað siga tey í Stóru Dímun.

 

Á heimasíðuni hjá oynni sæst filmur sum vísir, hvussu eitt seyðarhøvd verður stappað út.