Jens Klæmint lærdi sum ungur til snikkara og bleiv seinni útbúgvin byggifrøðingur og hevur saman við Henningi Olsen egna teknistovu í Gøtugjógv -
Jens Klæmint hevur altíð víst serlig evnir, tá ið tað um tekning og list viðvíkur.
Karikaturmyndir hansara eru heilt serligar, og hava tær mangan fingið láturin fram hjá mongum manni.
Men lítilátin sum hann er, hevur hann ongantíð gjørt serliga nógv burturúr hesum evnum.
Men húsini og bygningarnir bera sjónlig boð um ein dugnaligan mann.
Hann er nærlagdur og sera kritiskur í øllum tí hann ger.
Einki fer hálvliðugt úr hansara hondum.
Jens Klæmint er giftur Jonnu og eiga tey 6 gentur.
Sjúka hevði hug at sløkkja lívsneistan í fjør, men tíbetur er hann við at fóta sær aftur.
Takk Jens Klæmint fyri alt tú ert og gevur okkum hvønn dag
Guds signing og góða heilsu framyvir!
Dagurin verður hildin í heiminum í Norðragøtu fríggjadagin 6. februar.