Burtursæð frá fyrsta dystinum við Allani Simonsen sum venjara hjá landsliðnum ? hann var á Svangaskarði móti Grikkalandi 7. september í 1994, tá Abraham Hansen var liðformaður ? hevur Magni Jarnskor verið fyrsta valið hjá venjaranum sum liðformaður. Tá Magni Jarnskor ikki hevur verið við, so hevur Jan Dam verið liðformaður, og onkuntíð hevur Jens Martin Knudsen gingið fremstur, tá liðini eru farin inn á vøllin. Hesa ferð vóru hvørki Jens Martin Knudsen ella Jan Dam við í ferðalagnum. Magni Jarnskor var við í Bosnia-Hersogovina, men hann er í løtuni ikki millum teir ellivu, sum venjarin vil hava í byrjunar uppstillingina.
Tí var neyðugt hjá venjaranum at kjósa ein nýggjan liðformann, og Allan Simonsen valdi Jens Kristian Hansen. B36 maðurin er áttandi liðformaðurin í teimum 53 altjóða skrásettu landsdystunum. Hinir eru Jóannes Jakobsen (24 dystir), Magni Jarnskor (14), Jan Dam (7), Tummas Eli Hansen, Jens Martin Knudsen og Kristian Petersen (2) og Abraham Hansen (1).