Tað er hetta, sum er á skránni í Garðinum um vikuskiftið.
Garðurin boðar frá, at Jens Marni Band stendur fyri tónleikinum frá á midnátt og fram til klokkan 04.00. Teir fara at framføra í Ovara Garðinum, og aftrat Jens Marna Hansen eru Kristoffur Mørkøre, sum spælir bass, og Fríði Øster, sum spælir trummur.
Live tónleikurin, sum Garðurin lovar verður rokk tónleikur, er alt frá 80´ara rokki til Bryan Adams, Robbie Williams og Thomas Helmig. Í steðginum verður diskotek við tí nýggjasta blanda við gomlum hittum. Í Ovara Garði er vanligt bara diskotek, og er hetta fyrstu ferð at live tónleikur verður partur av undirhaldinum.
Í Niðari Garð frá kl.22 til kl.24 verður frumsmakking av sterkum øli frá Okkara. Garðurin sigur, at høvi verður at royna fimm ymisk sløg.
Hetta verður fyrstu ferð, at fjøldin hevur møguleikan at royna nýggju sterku ølirnar frá Okkara, sum verða til sølu í Rúsdrekkasøluni komandi mánadag.