Jens Marni á danskan festival

Jens Marni Hansen, sum herfyri hitaði upp fyri rokkbólkin Bon Jovi, skal í morgin luttaka á einum festivali í Odense.

 

Talan er um tónleikafestivalin Den Fynske Landsby, sum er ein lítil festivalur.

 

Uppgávan hjá Jens Marna Hansen verður at hita upp fyri tvey kend, donsk tónleikanøvn. Áðrenn songkvinnan Lis Sørensen skal á pallin, fer Jens Marni Hansen at hita upp, og somuleiðis framførir hann, áðrenn bólkurin Big Fat Snake hevur sína framførslu.

 

Jens Marni fer á pallin umleið klokkan 19.10 danska tíð.