Jens Marni gjørdi vart við seg

Jens Marni Hansen var ein av høvuðspersónunum í fyrsta partinum av Popstars, sum danska TV2 sendi týskvøldið. Dómararnir vóru als ikki í iva um at senda Jens Marna víðari í kappingini

Tónleikur
Eyðun Klakstein

Týskvøldið setti danska sjónvarpsrásin TV2 hol á sendirøðina Popstars, har málið er at finna eina poppstjørnu millum fleiri enn 2000 luttakarar. Fyrsti parturin snúði seg um fyrstu upptøkuroyndina, har 92 sangarar skuldu veljast burturúr teimum mongu, sum bjóðaðu seg fram.
Ein av høvuðspersónunum í hesum parti var kollfirðingurin Jens Marni Hansen. TV2 tók ímóti honum á flogvøllinum í Kastrup, og síðani fylgdu teir luttøkuni hjá honum í kappingini.
? Eg havi dreymin um at náa langt sum stjørna innan tónleikin, segði Jens Marni við einum speiskum smíli í hýruvogninum á veg til upptøkuroyndina.

Sang sera væl
Jens Marni valdi millum nakrar fáar sangir at syngja Angels hjá Robbie Williams, og hann gjørdi rættiliga vart við seg, tá hann stóð frammanfyri dómarunum.
Hann sang sangin væl og nógv betur enn flestu av hinum, sum royndu seg, og tí vóru dómararnir als ikki í iva um, at Jens Marni skuldi víðari í kappingini.
Jens Marni var skjótur í fartelefonina at ringja heim til damuna at siga, at hann hevði klára fyrstu royndina. Hann var millum tey 92 útvaldu, og í næsta partinum av Popstars skal Jens Marni til næstu royndina, har talið á luttakarunum aftur verður skorið nógv niður.