Kollfirðingurin Jens Marni Hansen fer leygarkvøldið fyri fyrstu ferð at undirhalda á Skarv í Keypmannahavn. Showmaðurin er farin solo.
Hann er farin at skriva nýggjan tónleik og fer í kvøld at spæla nakað av hesum. Men við tí stóra úrvalinum av rokki, sum hann hevur við frá royndunum í Showmonnum, All That Rain og Kjølum er nógv at velja ímillum. Hetta er ein royndur og vælumtóktur harri, sum skal dríva fólk inn úr summarnáttina inn á Skarv.
Tónleikurin á Skarv leygarkvøldið byrjar um miðnáttarleitið.