Tónleikur
Jens Marni Hansen er nú liðugur í donsku sangkappingini Popstars.
Týsdagin fekk hann boð um, at hann verður ikki millum tey seinastu 10 fólkini frá umfarinum í Keypmannahavn, sum fara víðari í kappingini.
- Eg havi ikki droymt um at vinna hesa kappingina, men eg hevði vónað, at eg kundi koma eitt stig longur. Tá tað er sagt, so eri eg sera væl nøgdur við, at eg eri komin so mikið langt, sigur Jens Marni Hansen.
- Eg fekk at vita, at tað er einki galið við talentinum hjá mær, men tey halda, at eg gjøgnum fleiri ára royndir havi funnið mín egna stíl, og tí verður tað trupult hjá teimum at forma meg av nýggjum, sigur hann og heldur, at tað kanska eisini hevur nakað at gera við, at hann er vorðin 27 ára gamal og at sóknast verður eftir einum yngri sangara.
Hørð kapping
Tað er danska sjónvarpsstøðin TV2, sum fer at senda Popstars. Hugskotið er at skipa fyri eini opnari sangkapping millum danir. Hetta er gjørt eina ferð áður, og tá var úrslitið diddubólkurin eyeQ. Nú leitar TV2 eftir einum solisti, sum kann vænta sær plátusáttmála við stórt plátufelag.
Tvey umfør hava verið hildin í Danmark. Annað var í Keypmannhavn og hitt í Århus. Eini 2000 fólk hava samanlagt roynt seg í kappingini.
Jens Marni var við í Keypmannahavn, har tað vóru 1200 fólk, sum bjóðaðu seg fram.
Fyrst skuldu 50 fólk veljast burturúr stóru rúgvuni, og eftir at Jens Marni hevði sungið Angels, var hann valdur sum ein av teimum.
Í næsta umfari sang Jens Marni sangin Lovin? Each Day, og enn einaferð eydnaðist honum at koma víðari, tá helvt var send víðari í kappingini.
Síðani var uppgávan at syngja eina duett saman við einum konufólki, og her sang Jens Marni Don?t Look For Love.
Hesa vikuna gjørdist tað so greitt, hvørji 10 av teimum 25, sum vóru eftir í Keypmannahavn skuldi víðari, og her varð Jens Marni sílaður frá.
Nú skulu tey 10 fólkini í Keypmannahavn kappast saman við teimum seinastu 10 fólkunum úr Århus. Endin verður, at ein sangari verður valdur burturúr sum vinnari.
Málið var ikki
at vinna
TV2 hevur fylgt Jens Marna gjøgnum kappingina, og tí verður ivaleyst eitt sindur at síggja til hann, tá TV2 fer at senda sendirøðina í heyst.
- Mítt mál var ongantíð at vinna kappingina, men at bjóða meg fram og kanska gera vart við meg við einum góðum úrsliti, sigur Jens Marni.
Kollfirðingurin heldur, at skuldi hann ynskt sær meira í kappingini, so var tað at koma millum tey einastu 20 sangararnar, men tað skuldi ikki vera.
- Hetta hevur verið bæði stuttligt og spennandi. Eg haldi, at føroyingar skulu als ikki halda seg aftur, tá tað ræður um slík tiltøk. Vit kunnu saktans vera við, og eg vóni, at onkur kann brúka mínar royndir í hesi kappingini til okkurt, sigur Jens Marni.
Jens Marni hevur sín egna tónleikabólk, sum hann spælir til dans saman við. Hann skal spæla nógv í summar, men spurningurin er so, hvat kann henda hjá honum, tá TV2 fer at senda Popstars í heyst.