Jens Marni og Terji Rasmussen í Péche

Tað er nú Mentanarvika í Runavík, og tískil er eisini livandi tónleikur á skránni. Fyrireikarar lova eitt ordans brak við Terja Rasmussen og Jens Marna Hansen.

 

Mentanarvikan í Runavíkar bjóðar eitt sindur av hvørjum, og nú boðar Péche Saltangará frá, at eisini tey luttaka í mentanini. Tað gera tey við at bjóða livandi tónleik fríggjakvøldið, frá tveimum sera kendum føroyskum sangarum.

 

Tað er nevniliga Jens Marni Hansen og Terji Rasmussen, sum hetta kvøldið vera at hoyra í Péche.

 

Tað er ikki hvønn dag, at hesir báðir spæla saman, men fríggjakvøldið hendir tað so. Terji Rasmussen og Jens Marni Hansen standa fyri undirhaldinum í Péche, og er tað í samband við Mentanarvikuna, sum er í Runavík hesar dagar.

 

Fyrireikarar siga, at teir báðir fara at spæla live alt kvøldið.