Fríggjakvøldið verður serlig ungdómsgudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Umframt felagssang og lovsang fer poppsangarin Jens Marni Hansen eisini at framføra nakrar sangir.
Hanus á Gørðum, prestur, talar, og eisini verður altargongd.
Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum við kaffi, køkum og hugnaligari samveru.