Jens Martin Knudsen skal royna seg í íslendskum fótbólti næsta kappingarár.
Landsliðsmálverjin, við mestóra talinum av altjóða dystum, hevur nú skrivað undir sáttmála við íslendska felagið Leiftur, har Páll Guðlaugsson skal verða venjari næsta kappingarár.
Jens Martin Knudsen hevur seinastu fimm árini spælt í GÍ, hóast hann er uppvaksin í NSÍ, men nú skiftir hann graslíkið í Gøtu út við gras í Íslandi.
Fleiri føroysk feløg hava spurt seg fyri hjá málverjanum, og hann segði við Ítróttarsosialin leygardagin, at hann hevði fingið eitt serliga gott føroyskt tilboð. Eftir tí sum Sosialurin hevur fingið upplýst kom tað tilboðið frá júst NSÍ.
Jens Martin Knudsen hevur fingið við í sáttmálan, at hann hoyrir til í GÍ fram til 1. mai. Tað vil siga at ein stórur partur av fyrireikingunum til íslendsku kappingina fer fram í Føroyum. Men Jens Martin skal til Íslands á venjingarlegur og fyri at spæla dystir við nýggja felagi sínum áðrenn hann fer yvir fyri at verða 1. mai.
Íslendska kappingin byrjar í vár, og heldur so fram uttan steðg fram til september mánaða.
Eisini Øssur Hansen og Uni Arge tosa við íslendska felagið, og tað liggur í luftini, at tað Jens Martin verður ikki einasti føroyski spælarin, sum fer til Íslands at royna seg.