Heimasíðan hjá fjepparafelagnum Bláu Bylgjuni skrivar, at Jákup Mikkelsen er burturstaddur, og tí verður tað fyrrverandi landsliðsmálmaðurin Jens Martin Knudsen, sum skal verja KÍ málið í ólavsøkudystinum ímóti HB.
KÍ manglar fleiri av sínum stuðulsspælarunum til dystin, men tað gevur øðrum spælarum møguleikan at vísa seg, skrivar Bláa Bylgjan.
Nýggi KÍ-spælarin Rógvi Jacobsen er í hópinum til ólavsøkudystin, so møguleiiki er kanska fyri at síggja hann á vøllinum.
Dysturin millum HB og KÍ verður á Ovara Vølli í Gundadali ólavsøkuaftan kl. 18.00.