Skal Jákup Mikkelsen standa í málinum ella sita á beinkinum, og skal Jens Martin Knudsen sita á beinkinum ella standa í málinum. Hetta er spurningur, sum Jógvan Martin Olsen í síni tíð sum hjálparvenjari hjá Allani Simonsen og Henriki Larsen mangan hevur viðgjørt saman við venjaranum, tá ið liðið hevur fyrireikað seg til einstøku avbjóðingarnar.
Sambært Jógvani Martin Olsen verður hesin spurningurin ikki at taka støðu til, nú Jógvan Martin skal hava ábyrgdina, og John Petersen sum hjálparvenjari skal vera sparringspartnari hjá honum.
- Tað er neyðugt, at vit fyrireika ættarliðsskifti millum stólparnar. Jens Martin og Jákup hava røkt uppgávuna í mong ár. Eg havi tikið avgerð um, at vit skulu hava ein yngri málverja at standa í læru. Jákup Mikkelsen er framvegis málverji, meðan Jens Martin Knudsen nú er málmansvenjari.
Ber tað við sær, at Jens Martin hevur spælt sín síðsta landsdyst?
- Hann er málmansvenjari, og so verður ein annar málverji valdur afturat Jákupi Mikkelsen. Um Jens Martin, sum framvegis verjir NSÍ málið, í onkrari støðu fer at taka eitt tørn, fari eg ikki at útiloka. Nú verður hann tó ikki roknaður sum málverji, men sum málmansvenjari.
Hvør verður nýggjur málverji?
- Ætlanin var, at Gunnar Nielsen, sum spælir í Frem, skuldi vera við á venjingarleguni í Florida, men hann varð skaddur og gav tískil avboð. Gunnar hevur víst gott hegni og góðan hugburð. Hann er avgjørt ein møguleiki. Bárður Johannesen var við í USA, og hann hevur drúgvar royndir, og tað kann væl vera, at hann verður ein møguleiki, men hann er ikki so nógv yngri enn Jens Martin og Jákup. Ein annar er Tórður Thomsen, sum eingin ivast í hevur sera góð evni. Men honum restar enn at gerast støðugur málverji á hægsta støði. Tað er fyrsta treytin fyri at spælari skal hava møguleika í landsliðshøpi, sigur Jógvan Martin Olsen.
Føroyar hava síðani 1988 spælt 104 altjóða skrásettar landsdystir. Jens Martin Knudsen hevur spælt við í 64 dystum, og Jákup Mikkelsen hevur spælt á landsliðnum 41 ferðir. Onkrar ferðirnar hava teir báðir verið á liðnum í sama dysti.