H71 hevði eitt sera vánaligt kappingarár í fjør, og liðið úr Hoyvík var millum tey aftastu liðini í 1. deild.
Hetta fær nú avleiðingar, tí at teir bestu leikararnir hava ikki hug at spæla fyri eitt botnlið. Jens Skipagøta er millum teir bestu málverjarnar í Føroyum, og hann spældi eisini á landsliðnum, tá ið Grønland var á vitjan her.
Kyndli vantar ein málverja, og tí vendu teir sær til Jens Skipagøta, um hann hevði hug at spæla fyri Kyndil, og hesum hevur málverjin játtað fyri.
Jens Skipagøta sigur, at hann hevur ikki skift felag enn, men at tað liggur fast, at hann verjir málið hjá Kyndli næsta kappingarár. Eingin sáttmáli er undirskrivaður millum Kyndil og Jens Skipagøta, og tað er heldur ikki greitt, um hann fær nakra samsýning fyri at skifta til Kyndil.
Við hesum brynjar Kyndil seg til næsta kappingarár. Seinast gekst ikki serliga væl hjá Kyndli í landskappingini, tá teir endaðu á fjórða plássi aftanfyri Neistan, Kyndil og StÍF, men teir sigraðu tó í steypakappingini. Í ár er ætlanin, at Kyndil skal blanda seg í stríðið um meistaraheitið, og tí hava teir nú fingið nýggjan málverja. Kyndil missir tó møguliga ein av høvuðsstuðlunum frá seinast.
Óvist við Jacob Jónsson
Jakob Jónsson var leikandi venjarin hjá Kyndli fyri tveimum árum síðani, meðan hann í fjør var vanligur spælari. Hann hevur nú skrivað undir sáttmála við Tjaldur, har hann skal verða leikandi venjari hjá 1. deildar liðnum.
Sáttmálin varð undirskrivaður fyri meira enn tveimum mánaðum síðani, men Jakob Jónsson sigur seg einki hava hoyrt aftur frá Tjaldri, síðani sáttmálin varð undirskrivaður. Tí er hann eitt sindur í iva, um hann skal verða venjari har, ella um hann skal halda fram við at spæla við Kyndli.
Formaðurin í Tjaldri, Andrias Jacobsen, sigur harafturímóti, at alt er komið uppá pláss, og at Jakob Jónsson næsta kappingarár verður leikandi venjari hjá Tjaldri. Ætlanin er at fara í gongd við venjingina í august, men alt er tengt at fótbóltinum, tí at flestu leikararnir spæla fótbólt sum summarið.
Liðið hjá Tjaldri fær styrk úr Íslandi, haðani Jens Martin Knudsen kemur, um hann ikki verður útleigaður av Leiftri, eftir at landskappingin í Íslandi endar. Eisini ætlar Kári Jacobsen, sum hevur verið hondbóltsdómari, at spæla hondbólt aftur næsta kappingarár.ið! Øði kom í rossið, sum fór spolandi oman gjøgnum hagan.
Oh Harrans ólukka. Sigmaðurin kom við fullari ferð upp gjøgnum bergið við øllum fonginum. Fótafimur var hann, so hann rann uppeftir. Men tá hann kom um upsina, vóru bara maðurin og nakrir havhestaveingir eftir á endanum. So nógv hevði ferðin verið upp gjøgnum bergið.
»Tú átti at fortalt frá, tá tit báðir vóru uppi her«, sigur Jóan Petur við Harald.
Jú, Harald gongur við til at fortelja.
Teir høvdu verið tveir mans uppi í berginum og vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var at loypa, og hann var tann fyrri maðurin, sum leyp. Tað gekk væl, men tá tann seinni skuldi loypa, var báturin farin frá, og hann fór í havið og líka á botn.
Tað var ikki við mýkindum, hann kom uppaftur. Har lá hann við høvdinum undan og lovaði at drepa. Hann var í øðini og legði teir undir at hava gjørt tað við vilja.
Kópurin undir oynni liggur
Undir Djúpabergi var væl av kópi at síggja fram við landi. Onkuntíð stóðu einir tíggju grúkar undan samstundis. Og á eini fles lógu teir og hugnaðu sær. Tað var hugtakandi og stuttligt at síggja, at ikki bara fuglur er fram við landinum.
Men fuglurin var har. Larmurin av ritu og karrandi lomviga kappaðist um sansirnar við deymin av fuglaskræpu, sum stóð so tráður niður úr drangunum, vit sigldu tætt inni undir.
Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur kortini.
Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir nakra ovveiðu longur. Hann er í minking, halda sandingarnir.
Men nógv er til kortini. Og skúgvurin fær ein bita soleiðis av og á, so hvørt, sum tað dettur ein pisa á sjógvin, ella hann kann taka sær eina sjálvur.
Hóast tað er heldur sjáldsamt, upplivdu vit á túrinum hendan dagin at síggja skúgvin verða jagaðan. Tað var ein bakur, sum legði eftir honum, og skúgvurin, sum annars plagar at vera tann, sum eltir, helt undan.
Komnir norð á Lokloysi, legði Jóan Petur inn á víkina. Her er gomul neyðhavn hjá bátum, sum noyddust at seta upp fyri veður. Steindeytt var innan fyri hendan dagin, og vit fóru á land.
At teir hava nýtt plássið sum lending, sæst týðiliga enn. Farvegurin av einum spæli at taka bátarnar upp við, sæst væl.
Vt gingu suður eftir helluni. Sóu onkra lundapisu, sum var farin heldur tíðliga úr holuni. Nakrar deyðar lundar og onkra ritupisu, sum sundurskrødd lá á helluni.
Teir staðkendu menninir bóðu okkum halda okkum annaðhvørt heilt inni undir loftinum ella uttast á helluni, tí steinar kundu detta úr berginum. Har ferðast bæði fuglur og seyður í erva. Og meðan vit gingu, kom ein lítil steinur sendandi í helluna ikki langt frá okkum. Men hann rakti ongan, og vit komu væl nøgd aftur í bátin.
Fyri okkum, tá vit komu út aftur, stóðu tveir kópar. Annar kavaði og var so óheppin at koma upp aftur beint fyri stevninum á bátinum, sum kom spakulig glíðandi fram við helluni. Kópurin gjørdist rættiliga kløkkur, og tað var ein øgiligur brestur, tá hann kavaði aftur. Hann er helst flýddur langt, tí vit sóu hann ikki koma uppaftur.
Fakta:
Siglitúrur fram við Sandoynni fyri vestan.
Eisini verða túrar gjørdir undir Skúvoynna og Stóru Dímun.
Siglt verður við seksæringinum Hvíthamri.
Túrurin undir Sandoynna tekur umleið fýra tímar.
Kostnaður: kr. 150,- fyri hvønn.
Tilmelding er hjá Jóan Petur Clementsen á Sandi.
Tlf. 36 10 19
Fartlf.28 61 19
Ella á Sandoyar Kunningarstovu
Tlf.36 18 36
Fartlf.22 20 78