Jensa Tórolvsdóttir til danskan fótbólt

Betri deildin kvinnur: Jensa Tórolvsdóttir hevur skift til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark

Mynd: Bjarni Enghamar/FSF

Jensa Tórolvsdóttir hevur skift til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark. Tað boðar Víkingur frá í dag.

 

- Tað er við stoltleika at vit kunnu kunngera, at Jensa K. Tórolvsdóttir skiftir til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark, skrivar Víkingur.

 

Føroyski landsliðsspælarin er spent upp á uppgávuna. Hon sigur í samrøðu við Víking, at umstøðurnar eru góðar og at hetta er rættað staðið at menna seg.

 

- Umstøðunar har eru góðar, og eg haldi at tað er tað rætta staðið hjá mær at menna meg sum fótbóltspælara. Eg ætli mær at arbeiða hart, og málið er at klára at spæla meg inn á besta liðið hjá teimum, sigur Jensa Tórolvsdóttir.

 

Jensa Tórolvsdóttir greiðir víðari frá, at hon er sera spent til nýggju avbjóðingina, men eingin ivi skal vera í, at hon kemur at sakna sínar liðfelagar og venjaratoymið í Víkingi. Eisini Víkingur fer at sakna Jensu.

 

- Tað er sjálvandi ein missur fyri okkara Betri lið, at ársins spælari 2022 skiftir, men vit ynskja Jensu til lukku við nýggja sáttmálanum, og gleða okkum at fylgja við hennara fótbóltsævintýri uttanlanda. Sigast skal, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, um hon vendur nøsina heimaftur til Føroyar einaferð í framtíðini, skrivar Víkingur.

 

Víkingur bleiv nummar fimm í landskappingini í fjør.

 

Mynd: Bjarni Enghamar/FSF