info
Ongi úrslit

Jensa: Vit eru væl fyrireikaðar

Í kvøld fara kvinnurnar á vøllin til seinna dystin í hesum umfarinum, hesaferð móti Skotlandi á Hampden Park

Tróndur Arge
21. september 2021 kl. 08:58

Tað var ein hørð byrjan uppá undankappingina, tá A-landsliðið við kvinnum spældi fyrsta dystin á heimavølli móti Spania. Nú hevur liðið havt nakrar dagar til at koma fyri seg og fyrireika seg til komandi uppgávuna, sum er á skránni í kvøld.

Skotland tekur ímóti á Hampden Park í Glasgow, og fleiri túsund áskoðarar væntast at koma til dystin. Skotland er nummar 22 á styrkislistanum hjá FIFA, fríggjakvøldið byrjaðu tær undankappingina við at vinna 2-0 móti Ungarn á útivølli. Tað er tí sera sterk mótstøða, sum bíðar kvinnunum á Hampden Park í annaðkvøld, men miðvallarin Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir gleðir seg nógv til uppgávuna.

– Skotska liðið er sera væl fyri, og tær spæla á høgum stigi, so tað verður óivað ein harður dystur, har vit skulu í nógvar nærdystir, sigur hon við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Landsliðið vandi í gjár á leikvøllinum, og liðið er væl fyrireikað, heldur Jensa.

– Vit brúktu nógva orku í síðsta dysti, men seinastu dagarnar hava vit brúkt skilagott við nógvari hvíld og venjing, umframt at vit hava tosað nógv um okkara avrik og spæl. Vit kenna okkum sum heild væl fyrireikaðar, og vit fara so avgjørt at geva alt fyri Føroyar í kvøld, sigur Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir at enda.

Dysturin millum Skotland og Føroyar byrjar kl.19.35 í kvøld, og hann verður stroyndur á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

9 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Gunnar bjargaði Vejle eitt stig móti liðnum hjá Ara og Árna Nóa

16 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Beinir Johannesen leggur krans við minnisvarðan í Viðarlundini

26 minuttir síðan
Tíðindi

Trump vísir Grøn­land sum eina risa­stóra amerik­anska her­støð

38 minuttir síðan
Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir eru ósigraðir í 12 dystum

56 minuttir síðan
Hondbóltur

Keypmannahavn vann annan sigurin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Russiski sendiharrin: Danmark leingir kríggið

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

USA-avtala bjóð­ar valds­býtin­um í ríki­num av

2 tímar síðan
Tíðindi

Ternan kipti føroyameistaran SÍ

2 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu Føroy­ar seta aldurs­mark á sosi­al­ar miðl­ar utt­an at bíða eft­ir ES?

2 tímar síðan
Tíðindi

Mekongáin setur sín dám á havið

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Vann EM-gull fyri tveimum árum síðan - er nú deyð av krabba

3 tímar síðan