Jensens Bøfhus í Havn

Innan ikki alt ov langa tíð verður helst møguligt hjá føroyingum at fara á Jensens Bøfhus. Og hetta kann tá gerast í Føroyum væl at merkja.
Tað hevur hevur í longri tíð verið arbeitt við at fáa eina føroyska deild av væl umtóktu donsku matstovuketuni, og nú røkist fyri, at allir smálutir hesum viðvíkjandi eru nú mest sum komnir upp á pláss.
Sum skilst, so er tað P/F Bowling, sum eigur og rekur Bowling-høllina í Havn, sum fer at reka nýggja matstovustaðið. Bjarni Kyster, sum er stjóri í felagnum, sigur seg í løtuni ikki vilja gera nakrar viðmerkingar til tíðindini, men sum Sosialurin hevur skilt støðuna, so gongur tað helst ikki long tíð, áðrenn avtalan verður endaliga staðfest.