Lesur tú føroyskar bøkur?
- Ja, tað geri eg. Lesi ymiskar bøkur, bæði krimi, t.d. eftir Jógvani Isaksen; tær havi eg fingið í jólagávu í nógv ár. Eisini havi eg lisið bøkurnar eftir Steintór Rasmussen og Høgna Mohr.
Tað sigur Jensjáku Hansen, og hann leggur aftrat:
- Eg havi gamlar bøkur standandi á bókhillini heima í stovuni. Her eru bøkur eftir Jóan P. Joensen, Ritsavn og Miðvingasøga eftir Heðini Brú og aðrar bøkur.
Jensjáku sigur, at honum dámar eisini væl at lesa ævisøgur, og her hevur hann lisið um eitt nú Herman Jacobsen og aðrar.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Eg havi Nýggja Sáttmálan á náttborðinum. Annars lesi eg ikki um kvøldið, men mær dámar betri at fara tíðliga upp um morgunin, og so seta meg at lesa tá.
Tá Jensjáku nevnir Nýggja Sáttmálan, er hetta tað, vit rópa Nýggja Testamenti á gerandismáli. Tað var Heri Tróndheim, sum týddi “Den Nye Aftale” hjá danska bíbliufelagnum.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Ja, tað geri eg. Mær dámar at lesa alt føroyskt. Men, eg lesi eisini ymiskt útlendskt. Eitt nú dámar mær væl bøkurnar hjá Bear Grylls, har hann greiðir frá sínum lívi, og hann hevur eisini ymiskar frásagnir, ið snúgva seg um ekstremar hendingar. Alt søguligt er gott, og tað er spennandi at lesa, sigur Jensjáku Hansen.