Oyggjaleikir: Formaðurin fyri ítróttarsambandið á Jersey, Steve Jacobs (myndin) lovar, at oyggjaleikirnir á Jersey í 2015 verða væl fyriskipaðir.
Einasti stóra kritikkpunktið av leikunum á Bermuda er vánaliga Wi-Fi netið í høllunum, og støðunum, har ítróttarkappingarnar fara fram. Steve Jacobs lovar, at tann parturin verður í ordan í 2015, so tað verður lættari hjá miðlafólki at arbeiða á teimum komandi oyggjaleikunum.
9 fólk sita í fyrireikingarnevndini, og ein samskipari er settur í starv fulla tíð á Jersey. Á Jersey hava tey syrgt fyri, at oyggjarnar, ið ætla at taka lut kunnu bíleggja sær innivist, longu í hesum árinum.
Steve Jacobs vónar, at teir føroysku svimjararnir verða við, tí tey á Jersey elska at kappast við Føroyar í svimjing.
Ein samrøða við Steve Jacobs kann hoyrast undir myndini.