Jersey setir oyggjaleikamet

Alt bendir á, at talan verður um størstu oyggjaleikir í søguni, nú Jersey fyrireikar seg til at halda 16. Oyggjaleikirnir

 

 Álendski forsetin fyri Oyggjaleikirnar, Jørgen Petterson, fegnast á heimasíðuni hjá Oyggjaleikunum um, at talan verður um metstórt tal av luttakarum í 2015.

 

Og ikki minst fegnast hann um, at leikirnir nú eru somikið stórir, at eisini onnur enn tey, sum búleikast á ymsu oyggjasamfeløgunum eru farin at varnast leikirnar.

 

Sostatt hevur enska The Independent leikirnar í 2015 á sínum top 10-lista fyri ítróttatiltøk, sum eru verd at hyggja eftir í 2015. Millum hini níggju tiltøkini, sum eru á listanum, kunnu eitt nú nevnast HM í frælsum ítrótti, Copa America og HM í crickett, sum jú er risastór ítróttagrein í bretlandi.

 

Top 10-listin hjá The Independent sæst HER