Jespersen sløkti

Hóast partur av Havnini og allir Televarpskundar kundu taka signal frá Sjónvarpinum, valdi Kringvarpsleiðslan at strika alla skránna í gjárkvøldið. – Tað gav ikki meingin at senda, tá øll ikki kunnu taka ímóti, sigur kringvarpsstjórin

Sjónvarp

 

Tað var nú ikki tí, at tilfar vantaði til sjónvarpssendingar mánadagin. Nýtt landsstýri var skipað fyrr um dagin, og á Flogvøllinum var veldugt mótashow gjá Guðrun & Guðrun.

Ivaleyst vildu hesi verið millum yvirskriftirnar í Degi og Viku, har Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen stóðu til reiðar við kjakborðið. Men hvørki tíðindasendingin ella 3-2 sendingin, sum er fastur táttur mánadag, komu nakran tíð í luftina.

 

44% og alnetið

Hóast høvuðssendarin á Húsareyni ikki var virkin, so merkti hetta ikki, at eingir móttakarar vildu verið til signalið úr Vørsluni. Sendarin, sum beitir signalið niðan til høvuðssendaran á Húsareyni var framvegis virkin, og tí kundu hampuliga nógv húsarhald í Havn framvegis taka signalið.

Og sami sendari er eisini føðilið til Televarpið, har kundarnir framveigs sóu signalið frá Sjónvarpi Føroya. Men tað var so bara pausumyndin, sum var at síggja á skíggjanum.

Televarpið upplýsir, at tey hava nakað oman fyri 7.000 kundar, og tað merkir, at á leið 40% av føroysku húsarhaldunum høvdu sæð Sjónvarpið, um sendingarnar altso fóru í luftina. Hartil verða sendingarnar hjá Sjónvarpinum eisini lagdar út á heimasíðuna, og har kundu teir á leið 14.000 breiðsbandskundarnir í Føroyum – umframt útisetar – eisini sæð sendingarnar, skuldi tað ikki borið til at sæð hesar á sjónvarpsskíggjanum.

 

Gav ikki meining

Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpinum, sigur tó, at tað ikki gav meining fyri teirra viðkomandi at senda til part av hyggjarunum.

- Vit valdu at steðga sendingunum, tí sendinetið var niðri. Vit hava somu skyldu mótvegis øllum okkara kundum, og tí vildu vit ikki koyra eina sending avstað, sum bert partur av hyggjarum okkara kundi tikið ímóti, sigur kringvarpsstjórin um avgerina.