Tað bendir alsamt meira á, at Fremad Amager verður millum tey næst bestu í Danmark, tá fótbólturin byrjar aftur eftir summarfrítíðina. Í dag vann felagið hjá Toda Jónssyni við trimum málum móti einum á útivølli mót B93.
Rókur av Fløtum Jespersen spældi sín fyrsta skrásetta dyst fyri felagið, tá hann kom á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki.
Føroyingurin hugdi tískil einans at frá beinkinum, tá Thomas Myssing legði gestirnar á odda eftir einans fimm minuttum. Fleiri mál komu ikki í fyrra umfarinum. Thomas Myssing og Daniel Udsen staðfestu sigurin á 3-1 við málum í seinna hálvleiki.