Jesuspápin vágbingur við stóra V

- Í 46 ár á rað hevur tað verið stilli og flottasta veður, meðan okur hava blussað og brent bál.

- Jesuspápin má vera vágbingur.

 

Tað skrivar Hans Joensen, vanliga róptur Hans í Líðini, á sínari facebook-síðu eftir nýggjárshaldið í Vági nýggjársnátt.

 

- Fyri 46' indu ferð á rað hevur tað verið stilli og flottasta veður, meðan okur hava blussað og brent bál afturvið absolut flottasta fýrverki í norðurlondum. Tað var stilli, klárt og turt frá klokkan 23.45 til 00.45, tá alt var yvirstaðið.

 

Hans í Líðini skrivar, at tá nýggjárshaldið var av, fór at oysa niður, og vindurin frískaði upp av landsynningi.

 

- Í 46 ár á rað hevur hann (les: Jesuspápin) gjørt tað mest sum til stilli á midnátt í Vági, so hann má vera vágbingur við stóra V. Nú regnar og er nógvur vindur, men nú er bara VB-húsið eftir.

 

Tað skrivar Hans í Líðini á sínari facebook-síðu klokkan 02.14 nýggjársnátt.