Jett Travolta skal brennast!

Jett Travolta, ið lat lív farna fríggjadag eftir eitt álop av sjáldsomu sjúkuni Kawasaki, skal brennast áðrenn familja hansara taka hann til heimi í Florida Líkið av tí bert 16 ára gamla soninum hjá Travolta, Jett skal brennast. Tað sigur ein vinur hjá Travolta familjuni við USmagazine, eftir ein tíðindafund í Bahamas mánakvøldið.

 

Sambært Usmagazine.com vóru tíðindi um brenningina av Jett einastu tíðindi sum vóru kunngjørd á tíðindafundinum.

Sambært Usmagazine væntast Travolta familjan at senda restirnar av soni teirra til Florida mikudagin, har Travolta familjan vanligaa búgva.

AP skrivar, at familjan ferðast heim saman við øskuni hjá soninum.