Jette Gottlieb: Fólkatingið fer ikki at leggja forðingar

Framsøgufólkið hjá Eindarlistanum í føroyskum viðurskiftum væntar, at niðurstøðan av kjakinum í Fólkatinginum í dag verður, at tingið samtykkir frágreiðingina frá stjórnini og setir eina nevnd at fylgja við samráðingunum.

? Fólkatingið fer ikki at binda stjórnina og Nyrup niður. Tað verður gjørd ein samtykt, men tað verður ikki ein hvøss samtykt, sum fer at avmarka rásarúmi hjá forsætismálaráðharranum.

Hetta sigur Jette Gottlieb, sum er framsøgufólk hjá Eindarlistanum í føroyskum viðurskiftum.

Hon vísir á, at trupulleikin við málinum er, at tað enn ikki er fastlagt, hvussu samráðingarnar skulu halda fram, og tí ber illa til at samtykkja nakað, men hon væntar ikki, at fólkatingið fer at leggja føroyingum forðingar um so er, at teir ynskja fult sjálvstýri.

Løgmaður hevur annars havt á orðið, at hann er bangin fyri, at Nyrup ætlar at fáa eina bundna uppgávu frá Fólkatinginum, sum ger, at hansara politiska rásarúm í samráðingunum við føroyingar verður sera avmarkað.

Hesari meting tekur Jette Gottlieb ikki undir við.

? Framsøgufólkini hava ikki tosað saman um málið og tí vænti eg einki av hasum slagnum, sigur hon.

? Eg vænti, at fólkatingið góðtekur frágreiðingina frá Nyrup, samstundis, sum ein nevnd verður sett at fylgja við samráðingunum.

Annars heldur Jette Gottlieb, at tað er rætt av landsstýrinum at kunna fólkatingslimirnar áðrenn fundin í morgin.

? Tað er eitt sindur óvanligt, at ein stjórn kunnar eitt ting, men í hesum føri havi eg einki ímóti tí av teirri orsøk, at tinglimirnir hava brúk fyri upplýsingum um viðurskiftini. Sjálv havi eg lisið hvítbókina og samráðingaruppleggið, men eg taki fegin móti fleiri upplýsingum frá landsstýrinum, sigur hon at enda.

Hon skoytir kortini upp í, at úrslitið av fundinum í dag eisini verður ávirkað av føroysku tinglimunum.

? Teirra partur í viðgerðini fer eisini at hava sína ávirkan, sigur Jette Gottlieb at enda.