Jihaaa!

Hetta vikuskiftið verður Tórshavnar Countryfestivalur hildin í ítróttarhøllini á Hálsi og á økinum rundan um høllina.

Úr útlandinum koma Arly Karlsen og Country Sisters, og føroysk nøvn sum Hallur Joensen, Evi Tausen, Alex Bærendsen og Magni Christiansen spæla eisini. Konsertir verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið.


Tórshavnar Countryfestivalur

Høllin á Hálsi

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið