Jimmy Carter fyllir 100 ár í dag

Fyrrverandi demokratiski forsetin í USA hevur húðkrabba, sum hevur spreitt seg til livrina og heilan

Jimmy Carter varð valdur til forseta í USA í 1976. Hann tapti valið í 1980 móti Ronald Reagan. Mynd: AFP/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi demokratiski forsetin í USA, Jimmy Carter, kann í dag hátíðarhalda 100 ára føðingardagin.

Seinastu tíðina hevur heilsan hjá fyrrverandi forsetanum verið merkt av húðkrabbasjúku, sum hevur spreitt seg til livur og heila. Carter gjørdi av í februar í fjør at siga neitakk til meira viðgerð.

Carter var forseti frá januar í 1977 til januar í 1981 og sat harvið í starvinum í eitt valskeið.

Jimmy Carter er føddur 1. oktober í 1924.

Við sínum 100 árum hevur Jimmy Carter livað longri enn nógvir aðrir fyrrverandi amerikanskir forsetar.

Í 2002 fekk hann Nobel friðarheiðurslønina fyri altjóða uppmerksemi, sjálvt um tað vóru nógv ár síðani, at hann var farin úr embætinum. Hann fekk virðislønina vegna sítt postpresidentiella humanitera arbeiði.

Seinstu árini hevur Jimmy Carter livað í friðarliga saman við konuni Roysalynn Carter, sum doyði í november í fjør.

/ritzau/Reuters

 

 

Jimmy Carter varð valdur til forseta í USA í 1976. Hann tapti valið í 1980 móti Ronald Reagan. Mynd: AFP/Ritzau Scanpix