J&K Petersen hevur vent gongdini

J&K Petersen hevur staðfest yvirskot á rakstrinum fyrra hálvár 2023, eftir

at 2022 og 2021 vóru tvey tung ár hjá byggifyritøkuni. Nevnd og stjórn

vænta nøktandi avlop í ár.

- Vit eru sera fegin um, at vit kunnu staðfesta, at royndirnar at venda neiligu gongdini hjá J&K Petersen seinastu tvey árini hava borið ávøkst. Tað sigur Christian Andreasen, nevndarformaður, tá hann stutt tekur saman um virksemið hjá byggifyritøkuni árini 2021, 2022 og fyrra hálvár 2023.

 

Hetta skrivar felagið í tíðindaskrivi.

 

Roknskapurin hjá J&K Petersen vísti hall á 32 milliónir krónur eftir skatt í 2022, eftir at felagið eisini hevði havt undirskot í 2021. Byggifyritøkan hevur sostatt lagt tvey tung ár aftur um seg, og nú sær bjartari út. Grannskoðaði hálvársroknskapurin fyrra hálvár 2023 vísir 5,4 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Nevnd og stjórn vænta, at J&K Petersen fer at hava eitt nøktandi avlop í 2023.

 

Í fjør heyst avgjørdi aðalfundurin at víðka nevndina í felagnum, og síðani tá hevur nevndin – saman við dagligu leiðsluni og eigarunum – arbeitt miðvíst við at venda neiligu gongdini. Nevndin hevur framt broytingar í dagligu leiðsluni, og innanhýsis bygnaðarbroytingar eru eisini farnar fram.

 

Nýggja nevndin setti í fjør Sigtór A. Petersen sum stjóra í felagnum. Varastjóri er Anna Kalsø, og Jákup Mørk er fíggjarleiðari. Eigararnir hava eisini skotið nýggjan partapening inn í felagið, og samlaða eginognin er góðar 40 milliónir krónur í grannskoðaða roknskapinum fyrra hálvár í ár.

 

J&K Petersen hevur í tøttum samstarvi við sín peningastovn lagt langfreistaðu skuldina um, og nýggir byggisáttmálar eru gjørdir. Felagið hevur sostatt ein nøktandi umsetning og eitt nøktandi rakstrargrundarlag.

 

- Gongdin er vend, stóru verkætlanirnar koyra eftir ætlan, og ordrabókin komandi tíðina er nærum full. Vit eru tískil sera fegin um, at J&K Petersen við sínum mongu dugnaligu starvsfólkum framhaldandi er ein virkin og kappingarførur aktørur á føroyska byggimarknaðinum, staðfestir Christian Andreasen, nevndarformaður.

 

Christian Andreasen vísir á, at eigarar, leiðsla og starvsfólk vóru sera trúføst, tá felagið kom í tungan búskaparligan andróður, og at viðskiftafólk eisini hava víst stóra vælvild í sambandi við umskipanina av felagnum.

 

- Øll hesi viðurskifti hava verið við til at fáa felagið aftur á rætta kós. Vit eru takksom fyri, at vit kunnu boða frá, at gongdin er vend, og at J&K Petersen aftur hevur positiv tøl á botnlinjuni, sigur nevndarformaðurin. Umframt Christian Andreasen sita Klaus Rasmussen, grannskoðari, Jóannes Niclasen, byggikønur, og Ragnhild A. Petersen, í nevndini, verður sagt í tíðindaskrivinum.