Joakim prinsur og Marie Cavallier skulu giftast leygardagin 24. mai Kongshúsið boðaði í dag frá, at Joakim prinsur og Marie Cavallier skulu giftast tann 24. mai í kirkjuni í Møgeltønder.
Aftan á víglsuna verður veitsla á Schackenborg slotti, har Joakim býr.
Tað verður Erik Norman Svendsen, biskupur í Kerypmannahavn, sum skal víga Joakim og Mariu Cavallier. Tað var eisini hann, sum vígdi Fríðrik krúnprins og Mary krúnprinsessu.