Joakim prinsur: Havi einki hoyrt frá mammu míni

Joakim prinsur og Maria prinsessa hava ikki tosað við drotningina, síðani boðini um, at børn teirra missa kongaligu heitini.

 

Joakim prinsur og Maria prinsessa siga í samrøðu við BT, at tey síggja avgerðina um at taka heitini frá børnunum sum eina avtøku av leiklutinum hjá familjuni í kongshúsinum. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Joakim prinsur og Maria prinsessa hava ikki tosað við Margretu drotning, síðani kongshúsið fyrr í vikuni boðaði fræa, at børnini hjá prinsaparinum á nýggjárinum ikki longur kunnu kalla seg prinsar og prinsessur.

Tað skrivar danska blaðið BT, sum hevur tosað við prinsaparið.

Blaðið spyr beinleiðis, um drotningin hevur roynt at tosa við tey.

– Tíverri ikki.

– Tað er eisini ein familja. Ella hvat nú kalla tað, sigur Joakim prinsur.

Í somu samrøðu tosar hann  um viðurskiftini við krúnprinsaparið sum kompliserað og »sum tað nú kann vera«.

Mikudagin upplýsti kongshúsið, at drotningin hevði gjørt av, at børnini ikki longur kunnu kallast prinsar og prinsessur. Men tey varðveit heitini sum greivar og komtessur av Monpezat.

Tað snýr seg um 23 ára gamla Nikolai og 20 ára gamla Felix, sum Joakim prinsur eigur saman við Alexandru prinsessu, eins og 13 ára gamla Henrik og 10 ára gomlu Athenu, sum Joakim eigur saman við Mariu prinsessu.

Kongshúsið grundar avgerðina við, at drotningin vil, at børnini skulu hava møguleika fyri at skapa sína egnu tilveru í hægri mun.

– Avgerðin hjá drotningini er í tráð við líknandi tillagingar, sum onnur kongshús á ymsan hátt hava framt seinastu árini, varð sagt.

Broytingarnar fevna bara um børnini hjá Joakim prinsi, og eru soleiðis broytingar fyri tey fýra børnini, sum Fríðrikur krúnprinsur og Mary hava.

Hvørki Joakim prinsur, Marie prinsessu ella Alexandru greivindu.

Alexandra greivinda segði eftir boðini, at tey vóru kedd og í sjokki, eins og at bønini ikki skiltu, »hví samleikin skuldi takast frá teimum«.

Joakim prinsur hevur síðani sagt, at »tað ongantíð er stuttligt at síggja, at onkur ger børnunum fortreð«.

Sjálvt um kongshúsið seinastu dagarnar hevur verið rakt av spjaðing, leggja Joakim prinsur og Marie prinsessa dent á, at tey ikki hava umhugsað at fara úr danska kongshúsinum.

– Vit hava ongantíð verið í iva um tað. Eg vóni ikki, at nakar ivast í tí, sigur Marie prinsessa við BT.

Hon skilir avgerðina um at taka heitini frá børnunum sum ein partur av eini avtøku av teirra leikluti í kongshúsinum, verður sagt.

Í dag hava tíðindafólk roynt at fingið eina viðmerking frá Margretu, tá hon kom til ein galladøgurða á Christiansborg Slotti.

Í eini grein frá Ekstra Bladet sæst í eini video drotningin koma, og tá tíðindafólk seta henni spurningar, sigur hon stutt og greitt:

– Ikki í dag.

Ritzau roynir umvegis kongshúsið at fáa eina viðmerking frá drotningini um tað, sum prinsurin hevur sagt.

/ritzau/

 

Joakim prinsur og Maria prinsessa siga í samrøðu við BT, at tey síggja avgerðina um at taka heitini frá børnunum sum eina avtøku av leiklutinum hjá familjuni í kongshúsinum. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix