Joan hevur ov høga inntøku

Joan hevur fingið at vita frá Kommununi, at orsøkin til, at hon ikki kann fáa frípláss, er, at hon hevur ov stóra inntøku.

Hon hevur fingið upplýst, at tað, hon fær í pápapengum og tað, hon fer frá Almannastovuni, verður umroknað til A-inntøku.
Og tá verður inntøkan ov høg til at hon kann fáa frípláss.

Á Sosialu Deild í Klaksvíkar býráði vilja tey ikki gera viðmerkingar til einstøk mál. Men haðani verður upplýst, at í fjør varð kunngerðin um fíggjarligt frípláss broytt, so at tað verður verri at fáa fíggjarligt frípláss.

Áður var bara hugt eftir skattskyldugu inntøkuni. Men nú verður lestrarstuðul, almannaveitingar av øllum handa slagi, leiguinntøka og annað talt við.

Er talan um skattafríar veitingar, skul tær umroknast til inntøku áðrenn skatt.

Sostatt er tað munandi verri at fáa fíggjarligt frípláss á dagstovnum nú, enn tað hevur verið.