Jóan Símun er í B68

NSÍ, Víkingur og HB vunnu í triðja umfari í fótbóltskappingini í Gundadali

Líkindini at spæla fótbólt í Gundadali eru nú av teimum bestu. Myrkrið er komið á, men tað bilar ikki, tí ljóskastararnir varpa ljós á allar tríggjar vallirnar.

Í triðja umfari vunnu meistararnir í HB 2-0 á silvurvinnarunum í ÍF. Málskjúttar vóru Pál Mohr Joensen og Tróndur Jensen.

Víkingur vann 1-0 á B68. M´salskjútti var Finnur Justinussen. Merkisvert er tað, at Jóan Símun Edmundson er á B68 liðnum í dag. Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis,at landsliðsspælarin hevur bundið seg at umboða barndómsfelagið í ár. Hann bíðar framvegis eftir, um talan verður um sáttmála við Vejle, ella um tað kanska verður onkra aðra staðni.

NSÍ vann 2-0 á B36. Málskjúttar vóru Per Langgaard og Árni Frederiksberg.