Júst sum in.fo hevur skrivað í eina tíð, so hevur Jóan Símun Edmundsson skift frá AB til HB. Flytingarvindeygað lat upp í gjár og tí kann Jóan Símun spæla við HB móti Víkingi fríggjakvøldið.
Les eisini: Jóan Símun til HB í dag
HB heimsíðan skrivar millum annað soleiðis í dag:
Fyri løtu síðan varð greitt, at avtala er gjørd millum Havnar Bóltfelag og Jóan Símun Edmunsson ið bindur áleyparan við ættarbondum av Toftum til okkum restina av kappingarárinum.
Jóan Símun Edmundsson skal styrja okkara álopspart sum til tíðir hevur sæð eitt sindur tunnur út. Vit fegnast almikið um tilgonginda av einum avgjørdum topp leikara og gleða okkum at síggja hann tørna út í reyð/svørtu blusuni.
Les eisini: Tí vilja HB og B36 hava Jóan Símun