Jóan Símun hevur funnið nýtt felag

Hann flytur nú úr Týsklandi og til Belgia

Tað hevur leingi verið greitt, at Jóan Símun Edmundsson ikki fór at halda fram í týsku bundesliguni og Armenia Bielefeld. Hann hevur leitað eftir nýggjum felag, og nú er tað greitt, at hann flytur úr Týsklandi og til grannalandið Belgia.

 

Nýggja felagið hjá honum er Waasland-Beveren, sum er í næstbestu deildini í Belgia.

 

Jóan Símun Edmundsson, sum í næsta mánað verður 30 ár, hevur síðani fyrsta juli 2018 spælt í Armenia Bielefeld í næstbestu og bestu týsku deildini. Áðrenn hann fór til Týsklands, spældi hann í OB í Odense, sum spælir í superliguni.

 

https://www.waasland-beveren.be/2021/06/welkomjoan/?fbclid=IwAR3eqD5IipEqqTYwiDixwTT1P1raikJUTAX8Ci01VqAmrLZiKLotdLVBSV8