Jóan Símun: Kempi virðing fyri Klæminti

FM1: Toftamaðurin á landsliðnum iðrar seg um, at tað stóra úrslitið ikki kom á hesum sinni

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Jóan Símun Edmundsson er, saman við hinum spælarum á landsliðnum, vónbrotin av úrslitinum í kvøld, tá Føroyar taptu 3-2 móti Ísrael. Heimaliðið var á odda 2-0, áðrenn Sølvi Vatnhamar og Klæmint A. Olsen skoraðu til 2-2.

 

- Eg havi eina blandaða kenslu. Tú er stoltur av at umboða landið og vit vísa karakter við at javna, eftir at hava verið aftanfyri 2-0. Men tað fyllur meira, at vit ikki fáa tað stóra úrslitið í hesi undankappingini, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið hevur stóra virðing fyri Klæminti.

 

- Klæmint ger ein kempi mun, tá hann kemur inn. Hann bæði skorar og leggur upp til mál. Tú kanst ikki hava annað enn virðing fyri honum bæði sum persóni og spælara. Tað eigur næstan ikki at verða møguligt, at verða húsavørður í Runavík og spæla við NSÍ, og so gera so stóran mun, tá tú kemur inn á landsliðnum, sigur Jóan Símun Edmundsson við einum lítlum brosi.

 

Jóan Símun Edmundsson fer í morgin beina leið til Brussel, og so víðari til Beveren, har hann spælir til dagligt.