Jóan Símun letur onga hurð aftur

Manslandsliðið: Toftamaðurin hevur sáttmála árið út í Íslandi og leitar eftir nýggjum felagi

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg í løtuni til seinasta EM-undankappingardystin á hesum sinni. Ein av spælarunum á føroyska manslandsliðnum er toftamaðurin Jóan Símun Edmundsson. Hann hevur í ár spælt við KA Akureyri, men sáttmálin gongur út við ársskiftið.

 

- Eg havi enn sáttmála fram til ársenda, men eg leiti í løtuni eftir nýggjum felagi. Tað blívur ikki lættari at finna felag eldri tú blívur, men er tað upp til til mín, so spæli eg uttanlands, sigur 32 ára gamli Jóan Símun Edmundsson.

 

Við hesum vil hann heldur ikki avskriva eitt skifti til føroyskan fótbólt, men tað er ikki sannlíkt á hesum sinni. Jóan Símun Edmundsson skal saman við føroyska landsliðnum spæla móti Albania í annaðkvøld.

 

##med2##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)