Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA spældu í dag dyst á útivølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Á útivølli á Þórsvölli úti í Heimey leikti KA javnt 0-0 móti ÍBV.
KA hevði væl fleiri málmøguleikar enn ÍBV, men liðið av Akureyri tók ikki av.
Við eina stiginum lyfti KA seg av aftasta plássinum, og er nú næstaftast í deildini við fimm stigum fyri sjey dystir.
Í annaðkvøld vitja Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík í Garðabær, har teir skulu spæla dyst móti Stjörnuni.
Víkingur er saman við Vestri og Breiðablik fremst í deildini við 13 stigum.