Jóan Símun og Shkupi hava fingið eina haltandi byrjan

Shkupi hevur fimm stig aftaná fimm teir fyrstu dystirnar

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi hava fingið eina haltandi byrjan í bestu fótbóltsdeildini í Norðurmakedonia.

 

Shkupi hevur fimm stig aftaná fimm teir fyrstu dystirnar. Tað røkkur fyribils til eitt sjeynda pláss.

 

Í dag spældi Shkupi javnleik 1-1 móti Shkendija á heimavølli. Støðan var 1-1 tá Jóan Símun í 75. minutti kom á vøllin.

 

Shkupi hevur bert vunnið ein dyst higartil í kappingini. 

 

Komandi sunnudag hevur Shkupi torføran útidyst móti Struga, ið er triðfremst í deildini við 10 stigum.